Tann 16-02-1866 bleiv Tórshavnar kommuna, sum tann fyrsta føroyska kommunan, stovnað.
Tann 01-10-1873 blivu hesar kommunur upprættaðar, sum í høvuðsheitunum vóru tær somu, sum prestagjøldini:
Tá vóru sostatt einans 8 kommunur, men 3 ár seinni byrjaðu kommunurnar at fara sundur:
Í niðanfyri vísta yvirliti sæst tal av kommunum síðani 1866.
Í 1967 gjørdist talið av kommunum methøgt, nevniliga 51, tá Nes, Eysturoy gjørdist sjálvstøðug kommuna. Í 1977 fór talið av kommunum at minka, tá Kaldbak legði saman við Tórshavn. Størsta fallið í tali av kommunum var í 2005, tá talið fór úr 48 niður í 34 kommunur.
Umhvørvisstovan hevur gjørt eitt samvirkið (interaktivt) kommunukort, har til ber at síggja, hvussu kommunurnar broytast við tíðini – www.us.fo/kommunur
Tá tú opnar kortið, sær tað soleiðis út:
Tá tú velur gráa bjálkan, víðkast hann, og tíðarlinjan kemur fram:
Til ber eisini at vísa eitt tíðarskeið (frá/til), men tað gevur onga meining, tá kommunurnar skulu vísast.
Keldur: